FROÐBIAR SÓKNAR RÓÐRARFELAG fyllir 75 ár

24. september 2009 - 11.55 - admin

FROÐBIAR SÓKNAR RÓÐRARFELAG fyllir 75 ár

Tvær reisir ljómaði Tvøroyrarsangurin síðsta leygardag, og 25. juli verður FSR 75 ár.

Bátarnir hjá FSR megnaðu á varmakeldu at vinna tvífaldan sigur, og tað er fyri aðru ferð í ár. Hjá Firvaldi við gentum var eingin ivi, tær løgdu seg á odda tíðliga í róðrinum og førdu allan teinin líka inn á mál. Hjá 6-mannafarinum Tvørabátinum gekk eitt sindur øðrvísi. Frá einum 3. plássi settu teir í ein endaspurt, sum eingin fyrr makan hevði sæð, og skúmaðu teir fyrstir inn um málstrikuna við einari øgiligari ferð. Teir settu nýtt varmakeldumet! Tað sigur okum, hvussu sterkir og væl fyri rógvararnir hjá FSR eru í ár. Hjartaliga tillukku við sigrunum!

Gleðina við at vinna ein róður, er nakað, sum tú livir leingi uppá. Ta kensluna unna okur so væl róðrafólkinum hjá FSR. Og hjá øllum gomlum róðrarfólki vakna aftur flógvar og góðar kenslur, og tað er næstan líkamikið, hvussu úrslitini hyldnaðust á sinni.

Kappróðrarbáturin “Suðringur” var bygdur í 1933. Við honum var mangur sigurin rógvin í hús. Á jóansøkuni á Tvøroyri í ár luttók hann eisini í kappróðrinum, 76 ára gamalur og við fyrrverandi kapprógvarum við árarnar. Hetta var ein sera hugalig sjón og eitt gott tiltak. Tað er flott, at felagið hevur varðveitt bátin, hetta søguliga og stolta far! Og man hann ikki vera elsti kappróðrarbátur innan 10-mannafør í Føroyum?

Kappróðrarfelagið FSR var stovnað 25. juli 1934. Teir, sum stovnaðu felagið, vóru Thomas Michal Jacobsen, Andreas(Dias) Nolsøe og Johan(Mann) Larsen. Teir vóru allir tríggir skómakarar. Limagjaldið var 1 kr. árliga! Hesir somu menn høvdu latið “Suðring” byggja árið fyri.

Bólkur: Í ongum bólki
 
Kalendari
<juli 2010>
>>mántýsmikhósfríleygsun
>2829301234
>567891011
>12131415161718
>19202122232425
>2627282930311
>2345678
Arkiv
Mest lisið
Nýggjastu greinar
Tilmelda
Rss