Hetjurnar til Suðuroyar tórsdagin

28. juli 2009 - 19.35 - admin

Manningarnar á Tvørabátinum og Firvaldi fara nú at halda ólavsøku og rokna við at koma til Suðuroyar tórsdagin.

Róðrarkappingarárið er at enda komið, og føroyameistararnir í Tvørabátinum og Firvaldi fara nú at halda ólavsøku og gleðast saman við stoltum suðuroyingum eftir eitt óvanliga hart róðrarár.

Tóra Jacobsen, forkvinna á Firvaldi, sigur við Suðuroyarportalin í kvøld, at manningarnar eru ovurfegnar um úrslitini í dag, og biður okkum heilsa øllum suðuroyingum og takka teimum fyri tann stuðul, sum tey bæði á ein og annan hátt hava veitt teimum.

Tóra Jacobsen roknar við, at manningarnar koma til Suðuroyar aftur tórsdagin.

Bólkur: Í ongum bólki
 
Kalendari
<mars 2010>
>>mántýsmikhósfríleygsun
>22232425262728
>1234567
>891011121314
>15161718192021
>22232425262728
>2930311234
Arkiv
Mest lisið
Nýggjastu greinar
Tilmelda
Rss