FSR Aðalfundur í nestinum 23. mars kl. 19

9. mars 2010 - niels

Nevndin í Froðbiar sóknarróðararfelag boðar frá, at aðalfundur felagsins 2010 verður í Nestinum Undir Heygnum Tysdagin 23. mars klokkan 19.00

Skrá

1. Val av orðstýrara og fundarskrivara
2. Formansfrágreiðing frá farna ári
3. Góðkenning av roknskapi
4. Innkomin mál
5. Val av nevnd, tiltakslimum og grannskoðara
6. Ymiskt

Fyri nevndarvali hesa ferð standa Bergur Stórhamar. Sum eftir drúgva tíð í nevndini ikki ynskir at hald fram. Tiltakslimir seinasta árið hava verið Joen Petur Jacobsen og Niels Magnussen. Joen Petur tekur ikki við afturvali.

Ein nevndarsessur og ein tiltakssessur eru tí tøkir. Hevur tú huga at verða við til at mynda og styrkja felagið framyvir so er tú vælkomin til at stilla upp til nevndina. FSR hevur brúk fyri øllum góðum kreftum!

Uppskot til Aðalfundin

Skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 17. Mars 2010. Uppskot kunnu sendast:

við teldubrævi til fsr@frs.fo

við vanligum brævi til FSR - Undir Heygnum - 800 Tvøroyri

ella lastast til onkran av nevndarlimunum

Innkomin uppskot verða kundgjørd á heimasíðuni seinast 19. mars. Annars ber til at koma við uppskotum undir ymiskum á aðalfundinum.

Síggjast í Neystinum.

Vinarliga,
nevndin í Frobiðar Sóknar Róðrarfelag

Bólkur: Í ongum bólki
 
Kalendari
<juli 2010>
>>mántýsmikhósfríleygsun
>2829301234
>567891011
>12131415161718
>19202122232425
>2627282930311
>2345678
Arkiv
Mest lisið
Nýggjastu greinar
Tilmelda
Rss