Miðvíst arbeiði lønar seg
31. juli 2009 - 11.25 - admin

Bjarni Hammer: Miðvíst arbeiði lønar seg
Árið hevur verið sermerkt, og úrslitið einastandandi.
Firvaldur vann FM – enntá fyri fyrstu fer í genturógving. Tvørabáturin vann FM, og er hetta fyrsta FM fyri menn síðan 1973 hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.
Firvaldur við kvinnumanning hevur vunnið FM heitið fýra ferðir síðan 1973, seinast í 1989. Her skal skoytast uppí, at í 2005, bleiv 5-mannafarsróðurin býttir í gentu- og kvinnuróður. Dreingjamanningin á Firvaldi vann FM í1977. 1973 er árið, tá kappróður bleiv skipaður eftir núverandi leisti.
Bjarni Hammer, ið er bátsformaður á Tvørabátinum, sigur, at úrslitið, ið Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur uppnátt í ár, bert kann fáast til høldar við miðvísum og hørðum arbeiði.
Teir á Tvørabátinum eru, saman við manningini á Firvaldi, sera fegin um, at úrslitið lagaði seg soleiðis, og Bjarni Hammer fegnast serliga um, at ikki bert sigraði Tvørabáturin á ólavsøku, teir tóku eisini væl og virðiliga gamla ólavsøkumetið.
Sum fyrr umrøtt á Suðuroyarportalinum, so verður heiðurskoyring og móttøka í kvøld í høllini í Trongisvági, og fylgir Suðuroyarportalurin heiðringini av róðrarfólkunum hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.
Bólkur: Í ongum bólki