Froðbiar Sóknar Kappróðrarfelag skipar fyri rimmar veitslu

24. september 2009 - admin

Froðbiar Sóknar Kappróðrarfelag skipar fyri rimmar veitslu 26. sept. í ítróttarhøllini í Trongisvági. Tvørabáturin við monnum og Firvaldur við gentum vórðu Føroyameistarar í ár, og harafturat fylti felagið 75 ár tann 25. juli. So rættiliga nógv er at hátíðarhalda!

Fyrireikararnir vóna, at nógv viðhaldsfólk hjá felagnum og nógvir ungir sum gamlir kapprógvarar fara at møtast. Úrslitini hava verið so einanstandandi góð í ár, so veitslan kann ikki annað enn hepnast væl. Okur fara at heiðra okra rógvarum og gleðast um árið, ið fór. Men eisini at minnast aftur á onkra góða gamla løtu í søgu felagsins.

Veitslan byrjar kl. 19.00.Borðhald verður við góðum mati og undirhaldi. Jonhild og 005 fara at spæla til dansin.

Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf.nr. 214717 - 587538 - 372082
Kostnaðurin er 250, - kr. Gjaldast skal á konto 6460-4346078 og gjaldsfreist er mánadagin 21. sept.

Bólkur: Í ongum bólki
 
Kalendari
<juli 2010>
>>mántýsmikhósfríleygsun
>2829301234
>567891011
>12131415161718
>19202122232425
>2627282930311
>2345678
Arkiv
Mest lisið
Nýggjastu greinar
Tilmelda
Rss