FSR eitt aktivt felag

30. juli 2009 - 15.00 - admin
Róðrarfelagið á Tvøroyri er karmur um rógving hjá bæði ungum og eldri. Okkara mál er skapa umstøður, soleiðis at ung fáa møguleikan at royna seg í ítrótti og vera partur í einum góðum sosialum umhvørvið, sum kann menna tey í ítrótt og geva teimun eitt gott støði at standa á á teirra lívsleið. Tilkomnu rógvararnir skulu hava møguleika fyri at vera við í fremstu røð innan rógving, hetta má verða okkara mál, soleiðis at teir kunna verða fyrimyndir fyri komandi rógvarar og vera tað støði av vitan, sum skal bera felagi fram yvir.

Felagið heldur til í hugnaligu hølunum við Tvøroyrafjørð, kanska ikki stór, men har er hugni, lív og venjingaramboð, sum nútíðin krevur.

Felagið hevur 4 bátar sum verða brúktir dagliga. Flaggskipi er 6-mannafarið Tvørabáturin, sum hevur ligið í fremstu røð síðstu árini og sum vantandi eisini fer at gera um seg í ár. Firvaldur er mannaður við bæði gentum og dreingjum. Genturnar eru við fyri triðja ár á rað, so vónandi fer tað at ganga teimum væl í ár. Dreingirnar eru nýggir í ár, men hugagóðir og sterkir, so vit vóna tað besta. 5-mannafarið Hulda er manna við bæði gentum og dreingjum til barnaróður, vit gleðast um at tey eru við, og onkur sigur er komin innan barnaróðrinum síðstu árini, so hví ikki aftur í ár.

Suðringur er eisini at síggja av og á, og vónandi verður hann við á Jóansøku. Hann er mannaður við fortíðar garpum, sum enn nýta gleðina við rørslu og samanhaldi.

Felagið hevur 7 rógvumaskinir har av 4 eru av nýggjasta slagnum, sum vit júst hava fingið frá virkjum og kommuni á Tvøroyri, hesar vera nógv brúktar alt árið bæði av ungum og gomlum. Hetta er venjingarháttur, sum umfatar allan kroppin og sum samstundis fer væl við kroppinum. Møguleiki er eisini fyri at venja fleiri saman, tá er tað stuttligari og lættari at takað seg saman. Eisini eru vektir, spinningssúkklur og venjingarbenkir til taks.

FSR skal verða eitt tilboð til okkara ungdóm. Teldir og sjónvarp takað alt ov nógv av tíð, tí er tað avgerðandi at ítróttarfeløgini hava eitt breitt útboð av tilboðum til tey ungu, soleiðis at tey hava møguleikan fyri at kunna røra seg og kenna gleðina í rørsluni. Hesa sannroynd er vit øll vitandi um og kenna ábyrgd fyri okkara ungu, hetta síggja vit aftur í tí stuðlið, sum felagið fær frá fólki, virkjum, kommunum og via køkutombula, bingo og onnur tiltøk vit skipa fyri. Tit skulu vita at hvør króna skapar meira gleði og ger meira nyttu enn tit halda. Uttan um felagið eru nógv fólk sum við stórum vælvilja altíð eru til reiðar at geva eina hjálpandi hond, uttan hesi var onki felag og vit siga teimum stóra tøkk.

Bólkur: Í ongum bólki
 
Kalendari
<juli 2010>
>>mántýsmikhósfríleygsun
>2829301234
>567891011
>12131415161718
>19202122232425
>2627282930311
>2345678
Arkiv
Mest lisið
Nýggjastu greinar
Tilmelda
Rss