Nýtt kappróðrarár byrjar

11. februar 2010 - niels

Nýtt kappróðrarár byrjar.

Eftir eitt fantastiskt 2009 við tveimum FM-heitum, so fara vit í hálvt við eitt nýtt kappróðrarár.
So leygardagin 23. januar 2010 kl. 15:00 verður eitt tiltak, har øll, sum eru áhugaði í kappróðri, eru vælkomin. Vit í FSR hava vónir um, at fleiri ung koma at royna tann føroyska tjóðarítróttin. Felagið hevur tvey 5-mannaførð, sum vera brúkt til barna-, gentu-, dreingja og kvinnuróður.
Vit hava vónir um, at manna bæði gentu- og dreingjabarnaróður. Vónir eru eisini um, at tað eru gentur og dreingir, sum eisini eru áhugaði í, at manna ein bát í bólkinum 5-mannafør gentur og 5-mannafør dreingir.

Við barnaróðri skal rógvari fylla millum 12 og 15 ár tað álmanakkaárið, ið róð verður. Tað er, at í 2009 kunnu tey rógva, sum eru fødd í 1994, 1995, 1996 ella 1997. Róðursmaðurin kann tó vera eldri.
Við 5-mannaførum við gentum og dreingjum skal rógvari fylla millum 14 og 18 ár tað álmanakkaárið, ið róð verður. Tað er, at í 2010 kunnu tey rógva, sum eru fødd í 1992, 1993, 1994, 1995 ella 1996. Tó kann róðursmaðurin vera yvir 18 ár.

Um onkur er áhugaður, men ikki kann koma til tiltakið, so kunnu tit senda eini sms-boð til 221198 ella 587538. Skrivast skal aldur og fult navn.

Bólkur: Í ongum bólki
 
Kalendari
<juli 2010>
>>mántýsmikhósfríleygsun
>2829301234
>567891011
>12131415161718
>19202122232425
>2627282930311
>2345678
Arkiv
Mest lisið
Nýggjastu greinar
Tilmelda
Rss